Símun spælir týðandi dyst í morgin

Íslendska felagið Keflavík, har føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen spælir við, skal í annaðkvøld spæla týðandi dyst í íslendsku landskappingini. Dysturin er á heimavølli í móti ÍBV av Vestmannaoyggjunum. Keflavík og ÍBV liggja ájavnt við 11 stigum í Landsbankadeildini, og liðið, sum vinnur dystin, kann draga eitt sindur frá botninum. ÍA liggur aftast við 9 stigum, síðani hava Keflavík, ÍBV og Breiðablik 11 stig, so tað er tætt millum aftastu liðini.