Símun spælir í kvøld

Í Íslandi varð eingin fótbóltur spældur um vikuskiftið, men í kvøld er fult umfar á skránni. Tá taka Keflavík og Símun Samuelsen ímóti Fjølnir, sum undan hesum umfarinum er á fjórða plássinum í íslendsku Landsbankadeildini. Keflavík er á odda í deildini við 18 stigum fyri fyrstu sjey dystirnar.