Íslendska felagið Keflavík spældi undan vikuskiftinum steypadyst ímóti FH, sum er íslendskur meistari, og tað endaði við 3-2 tapi. Keflavík kom aftur um 3-0, áðrenn teir royndu at venda dystinum. Vágbingurin Símun Samuelsen setti gongd á liðið hjá Keflavík við einum máli til 3-1. Løtu seinni minkaði Keflavík til 3-2, men nærri komu teir ikki. Næsta vikuskiftið byrjar íslendska landskappingin, og tá sleppur Símun Samuelsen av álvara at royna seg í týðandi dysti aftur.









