Fótbóltur
Einasti føroyski spælarin í íslendskum fótbólti, Símun Samuelsen, var í brennideplinum, tá Keflavík mánakvøldið spældi fyrsta landskappingardystin í ár.
Símun var á vøllinum til tað restaðu tveir minuttir, tá ið Keflavík spældi á útivølli í vesturbýnum í Reykjavík ímóti KR.
Úrslitið var 2-1 til Keflavík. Símun Samuelsen skoraði í 62. minutti seinna málið hjá Keflavík. Hann økti til 2-0, eftir at Keflavík seks minuttir undan steðginum hevði skorað fyrsta málið við brotssparki.
Símun var á miðvøllinum í vinstru. Málið skoraði hann eftir innlegg úr høgru.
Sjey minuttir undan leikloki minkaði KR um munin. Tað eydnaðist kortini Keflavík at halda tørn og at fara til hús við øllum stigunum. Hini úrslitini í fyrsta umfari: ÍA-FH 2-3, Valur-Fram 1-1, Breiðablik-Fylkir 0-1, Víkingur-HK 0-0 og KR-Keflavík 1-2.
Sunnudagin skal Keflavík spæla á heimavølli ímóti FH, sum seinastu árini hevur verið stinnasta felagið í Íslandi.