Símun skoraði

Keflavík, sum spælir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, hevði í gjárkvøldið vitjan av Váli, og tað gekk einki serligt hjá heimaliðnum, har vágbingurin Símun Samuelsen er ein av spælarunum. Válur dró longra stráið og vann dystin. Válur var á odda 3-0, áðrenn júst Símun Samuelsen minkaði um munin til 3-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum.