Sólin hevur sæð í fínu karmunum kring vøllin í Hólmanum á Eiði. Jóhan Hendrik Ellefsen hevur bíkslað fyri síðstu ferð í oyggjauppgerðini millum EB/Streym og B68, og toftamenn eru á veg út aftur á Toftir við 3-2 tapi. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Sigurin hevur við sær, at EB/Streymur nú hevur seks stig, meðan B68 framvegis hevur tvey stig.
Símun Sólheim skoraði bæði málini í fyrra hálvleiki. 20 ára gamli fyrrverandi HB spælarin hevur av álvara fingið høvdið fyri seg, nú hann er farin undir annað kappingarárið í EB/Streymi.
Hann er fastur maður á miðvøllinum í vinstru, og í kvøld var hann tvær ferðir á blettinum í fyrra hálvleiki.
Fyrra málið skoraði hann miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið hann við handara stólpa, og eftir flatt innlegg úr høgru frá Niklasi Kruse, stýrdi bóltin í málið. Fimm minuttir seinni var hann aftur upp á spæl, og tá var talan um fínt persónligt avrik. Símun Sólheim rak av egnari hálvu og framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann eitt vet innanfyri brotsteigarmarkið setti bóltin framvið Joakim Jurs og í málið.
Toftamenn góvu ikki skarvin yvir, og tríggjar minuttir eftir steðgin umsetti Lukasz Cieslewicz brotsspark til mál. Hetta var fjórða brotssparksmálið hjá B68 í ár, og hetta var onnur ferðin í tríggjar dagar, at Lukasz Cieslewicz umsetti brotsspark til mál.
So kendu toftamenn seg hava fingið um endan, og teir góvust ikki á hondum, hóast EB/Streymur eftir lítlan tíma økti um leiðsluna til 3-1, tá ið Árni G. Olsen umsetti brotsspark til mál.
Eitt korter undan leikloki minkaði B68 aftur um munin. Steffal Løkin stýrdi bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu og við handara stólpa, eftir at innskifti Fríði í Túni Petersen hevði lagt flatt innfyri.
B68 legði nógv fyri í royndini at javna. Toftamenn vóru ágangandi og treiskir, men heimamenninir hildu høvdið kalt. Arnbjørn Hansen varð settur á vøllin fyri at hótta í skjótum mótálopum, og serliga frammanfyri heimamálið vóru tað fleiri ferðir heilt spentar støður, men toftamenn komu ikki nærri útjavnandi málinum, enn at teir raktu í stólpan.