Tað verður uttan Símun Samuelsen, at HB í kvøld skal takast við B36 í 17. umfari í landskappingini. Grannauppgerðin er útsett til í kvøld, tí hóskvøldið spældi í Europa League í Norðurírlandi.
Grannauppgerðin verður uttan Símun Samuelsen. Royndi vágbingurin hjá HB hevur leikbann, eftir at hann fekk sítt sjeynda gula kort í ólavsøkudystunum móti TB. Hetta er sostatt aðru ferð í ár, at Símun Samuelsen situr uttanfyri.
##med2##
Teitur M. Gestsson var ikki við í Norðurírlandi. Landsliðsmálvejin bleiv pápi fyri aðru ferð 2. august. 18 ára gamli Bjarti V. Mørk avloysti væl í málinum, men verður helst aftur á bonknum í kvøld. Annars er bara Andreas Breimyr skaddur.
René Shaki Joensen spældi frá byrjan í Belfast hóskvøldið. Hetta er fyrstu ferð, at hann er á vøllinum síðani skiftið frá Grindavík. Hann spældi 75 minuttir. Sum skilst, so er hann tøkur og klárur at spæla í kvøld.
Dysturin millum HB og B36 byrjar klokkan 18. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Klokkan 19 byrjar hin útsetti dysturin, sum er millum ÍF og KÍ. Hann verður eisini beinleiðis á FM1.
Betri deildini 17.umfar:
EB/Streymur - TB 0-2 (0-1)
0-1: Ndende Adama Guéye
0-2: John Villi Leo Wøldike
Víkingur - NSÍ 2-3 (2-0)
1-0: Sølvi Vatnhamar
2-0: Sølvi Vatnhamar
2-1: Peder Nersveen
2-2: Klæmint A. Olsen
2-3: Búi Egilsson
Skála - AB 0-1 (0-0)
0-1: Filip í Liða
Í dag:
HB - B36 (18.00) Beinleiðis á FM1
ÍF - KÍ (19.00) Beinleiðis á FM1