Keflavík er einasta liðið, sum fyrr í summar hevur vunnið á FH, og fyri stuttum endaði tað javnt, tá ið liðini hittust í landskappingardysti.
Í kvøld hittust liðini í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Uppgerðin var í Keflavík, og heimaliðið vann 3-1.
Føroyski landsliðsspælarin, Símun Samuelsen, var sera eyðsýndur. Hann skoraði tvey mál, og hann átti sín stóra lut í fyrsta málinum, tá ið FH gjørdi sjálvmál.
20 minuttir vóru farnir, tá ið Símun Samuelsen gjørdist leysur í vinstru og legði innfyri. Ein av FH verjuspælarunum var so óheppin at seta bóltin í egið mál. Tríggjar minuttir eftir steðgin økti Símun Samuelsen um leiðsluna við góðum skoti, og ein lítil tími var farin, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu økti til 3-0.
Beint eftir hetta málið varð ein av Keflavík spælarunum útvístur. FH pyntaði um úrslitið 19 minuttir fyri leiklok og hevði tvær ferðir bóltin í Keflavíkarmálinum, men málini vórðu kolldømd fyri rangstøðu.
Sostatt vann Keflavík 3-1 og er í hálvfinaluni.