Símun Samuelsen til HB

24 ára gamli landsliðsspælarin, sum fyri stuttum gavst í Íslandi, hevur nú skrivað undir avtalu við HB

Fótbóltur

Tað skrivar HB á heimasíðu sínari, og eingin ivi er um, at við hesi tilgongdini hevur HB fingið ein tann størsta profilin í føroyskum fótbólti í hópin. Símun, sum er uppaldur í VB, hevur síðani 2005 havt sáttmála við íslendska Keflavík, umframt at hann í hálvt ár var útleiðagur til norska Notodden.
Seinnu árini hevur hann verið fastur partur av føroyska landsliðshópinum, og her tykist hann veruliga hava fingið sítt gjøgnumbrot, síðani Brian Kerr tók yvir. Sáttmálin millum HB og Símun Samuelsen er galdandi í trý ár.