Símun Samuelsen royndarvenja í Danmark

Vágbingurin Símun Samuelsen hevur seinata hálvtannað árið spælt fyri íslendska felagið Keflavík. Har hevur gingið stak væl hjá føroyska spælarunum, sum hevur verið valdur millum teir bestu í kappingini. Mánadagin fer Símun til Danmark at royna seg. Hann skal royndarvenja í danska superligafelagnum OB, skrivar heimasíðan hjá Suðurrás. Símun segði fyrr í ár við Sosialin, at hann vónaði, at hann kundi brúka síni avrik í Íslandi til at sleppa víðari, og tað tykist í øllum førum hava lukkast so væl, at hann fær kjansin í OB.