Heimasíðan bolt.fo veit í dag at siga, at ein av royndastu leikarunum í føroyskum fótbólti takkar nú fyri seg.
34 ára gamli Símun Samuelsen takkar nú fyri seg við fótbólti á hægsta støði.
Símun er uppvaksin í VB. Hann hevur umframt barndómsfelagið spælt við GÍ, VB/Sumba, HB, FC Suðuroy og AB. Harumframt hevur hann eisini roynt seg í Íslandi, har hann var millum profilarnar. Símun váttar fyri bolt.fo í dag, at tíðin nú er búgvin til at steðga. Hann spælir sostatt ikki aftur á hægsta støði, skrivar bolt.fo.
Símun hevur vunnið trý føroyameistaraheitir (2010, 2013 og 2018) við HB, har hann eisini vann løgmanssteypið í ár í einari finalu, har hann skeyt eitt av málunum móti Víkingi.
Sambært FaroeSoccer hevur Símun spælt 269 dystir og skorað 65 mál í bestu deildini. Hann hevur síðani 2012 sambært okkara upplýsingum lagt upp til 44 mál umframt væl fleiri árini frammanundan, tá upplegg ikki eru skrásett. Sambært FSF hevur Símun spælt 44 A-landsdystir fyri Føroyar, skrivar bolt.fo.