Símun Samuelsen er í dag at finna á forsíðuni á ítróttarblaðnum í bæði Expressen og Aftonbladet í dag.
Bæði bløðini gera nógv burtur úr dystinum í kvøld móti Svøríki. Sum portalurin skrivaði fyrr í dag, so hevði Expressen hug at arga føroysku spælararnar, meðan Aftonbladet spyr um Svøríki er Goliat og vísur til dystin í 2001, sum endaði við 0-0 javnleiki.
Símun Samuelsen var liðskipari í dystinum móti Írlandi fríggjadagin, sum endaði við 3-0 tapi.