Í sendingini “Fótbóltspanelið”, sum er á FM1 hvønn fríggjadag millum klokkan 16 og 17, er Símun Samuelsen gestur í dag.
Hann kemur at tosa um tíðina á Argjum, har hann royndi seg sum venjara meginpartin av árinum. Hann tó við eftir Sorin Anghel tíðliga í hesum kappingarárinum, men úrslitini vóru ikki so góð, sum vágbingurin ætlaði. Vit spyrja nú hvussu hann upplivdi skiftið frá spælara til venjara. Hann hevur fingið nýtt venjarastarv sum venjari hjá 1. deild hjá HB.
Símun Samuelsen hevur eisini drúgvar royndir sum A-landsliðsspælir og hevur spælt móti londum sum Eysturríki, Skotlandi og Ísrael. Teimum eru Føroyar í bólkin við til HM2022 undankappingina. Hartil eru Danmark og Moldova í okkara bólki. Vit hyggja nærri at lutakastinum og minnast aftur á eitt tiltikið innlegg, ella var tað nú skot, sum Símun Samuelsen hevði í Ísrael.
Føroyska fótbóltskappingin er eisini komin at enda. Símun Samuelsen tekur saman um kappingarárið, har eisini verður hugt nærri at onkrum av vinnarunum til Fótbóltsgalla 2020, sum var mikukvøldið.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar til sendingina, so kanst tú senda SMS til 559999. Sendingin byrjar eftir tíðindini klokkan 16 á FM1.










