Símun Samuelsen: Bara vanligt HB-trýst á okkum

- Tað er bara tað vanliga trýstið, sum ein spælari hjá HB altíð hevur á sær, sigur vágbingurin

Í annaðkvøld verður finalan um Løgmanssteypið millum Víking og HB. HB er langt frá FM-stríðnum í løtuni. Tí er steypafinalan einasti møguleikin fyri gull, men tað leggur ikki eyka trýst á.

Brot úr grein í Sosialinum 19. september 2019 

- Vit vinna ikki FM í ár, men eg hómi at menn bara eru spentir at spæla. Vit hugsa ikki um Evropa ella pengarnar. Tað er bara tað vanliga trýstið, sum ein spælari hjá HB altíð hevur á sær. Tað er tí tú spælir við felagnum, sigur Símun Samuelsen.

Fyrstu ferð 34 ára gamli vágbingurin ordiliga slapp at royna seg í eini løgmansfinalu var í fjør. Í 2003 skifti ein ungur Símun Samuelsen til GÍ, sum tað árið tapti 3-1 móti B36 í finaluni. Símun var sjúkur á degnum og kom ikki inn fyrr enn í longdu leiktíðini. Hann var í hópinum hjá HB í 2014, men var ikki partur av steypafinaluni, tá HB tapti 1-0 móti júst Víkingi. Hinvegin, so vann hann íslendsku steypafinaluna við Keflavík í 2007.

##med2##

- Tað eru fáir menn, sum reypa um steypasigrar. Tú mátar teg eftir FM-heitum. Eg havi vunnið steypakappingina í Íslandi, men tað gangi eg ikki runt og reypi um. Tað er ein stórur dagur og ein stórur dystur. Tí verður kenslan at vinna og tapa størri enn vanligt, sigur Símun Samuelsen.

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

Hann gleðir seg at spæla finaluna, tí tað er stórt fokus á dystinum. 

- Eg haldi at tað er týdningarmikið at gleða seg. Tú ert spentur, men má ikki blíva ov spentur. Tað eru nógvir áskoðarar og sjónvarpið vísur dystin. Mær dámar væl at spæla slíkar dystir, sigur vágbingurin í HB.

FM1 hevur beinleiðis upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleik frá finaluni um Løgmannsteypið, sum verður millum Vìking og HB. Finalan byrjar leygarkvøldið klokkan 20.