Føroyski landsliðsspælarin, Símun Samuelsen, sum á myndini fær bjóðað bláber frá Oskari Lund, blaðmanni hjá Expressen mánadagin í vikuni, hevur gjørt vart við seg í miðlum í okkara grannalondum seinastu dagarnar.
M.a. hevur norska Nettavisen umrøtt aftursvarið hjá Símuni Samuelsen um (manglandi) atburðin hjá Zlatan Ibrahimovic í dystinum millum Svøríki og Føroyar á Friends Arena farna týskvøld.
Tíðliga mikumorgun gjørdi Aftonbladet eina samrøðu við Símun, har Símun vísir aftur pástandunum hjá Zlatan um, at føroyingar bara grenjaðu allan dystin, og hann vísir eisini lesararunum hjá Aftonbladet á tann margháttliga atburðin hjá Zlatan.
- Hatta er ikki ein rættvís mynd av okkum. Trupuleikin er, at tað er ein spælari, sum byrjar alt, og tað er Zlatan sjálvur, men hann roynir sjálvandi at avnokta hetta, sigur Símun við Aftonbladet. - Zlatan elskar at vísa hvussu nógvan pening hann vinnur við at spæla yrkisfótbólt. Hann er ein framúrskarandi spælari, og tí skilja vit ikki, at hann knarrar so nógv. Hann átti at fegnast um, at hann er ein góður spælari, og at hann vinnur nógvan pening, staðfestir Símun Samuelsen.
Tað ber til at lesa samrøðuna hjá Aftonbladet við Símun Samuelsen her : www.aftonbladet.se/sportbladet/fotboll/landslagsfotboll/vmkvalet/article16947134.ab