Fótbóltur
Triðja kappingarárið hjá vágbinginum í Keflavík byrjaði sera gott. Longu í fyrsta minutti legði heimaliðið seg á odda móti meistarunum úr Reykjavík, Vali, og aftan á seks minuttir stóð 2-0. Hesum málinum var eitt føroyskt bein á, tá Símun Samuelsen fekk ein langan bólt og spurtaði avstað móti málinum. Beint áðrenn málmaðurin náddi at koma út og forða fekk Símum lyft bóltin høgt upp um hann, og so var heimaliðið á odda við tveimum málum. Betri byrjan kundu hvørki Símun Samuelsen ella hinir liðfelagarnir, og heimaáskoðarnir ikki ynskja sær.
2-0 var eisini hálvleistøðan, har Valur hevði betra spælið, men har heimaliðið altso var munandi effektivari. Sjálvt um Valur var nær við fleiri ferðir, og teir fingu fimm fríspørk beint uttan fyri brotsteigin, eydnaðist ongantíð at fáa hol á í fyrra hálvleiki.
Tá seinni hálvleikur var níggju minuttir gamal, fekk Valur aftur ein frammaná. Ein Keflavík-leikari varð feldur í brotsteiginum, og dagsins maður hendan dagin, Guðmundur Steinarsson, setti bóltin trygt í netið. Fýra minuttir seinni kundi dysturin fingið eina vend, tí tá fekk Valur fyrsta málið, men minuttin seinni økti Keflavik til 4-1 og í 75. minutti til 5-1. Men hóast ongin vandi skuldi verið á veg tá, eydnaðist Vali at fáa tvey mál í teimum síðstu minuttunum, so endaliga støðan gjørdist 5-3.
Eisini góð byrjan í fjør
Símun Samuelsen var væl nøgdur við dystin, sjálvt um hann ikki var so nógv við í spælinum í fyrra hálvleiki. Málið, sum hann fekk, var fyrsta røring á bóltinum. Í seinna hálvleiki var hann munandi meiri við, og hevði millum annað eitt flott gjøgnumbrot, sum eftir skot á mál endaði úti aftur hjá einum viðspælara, sum skjeyt á stongina.
- Eg kann ikki annað enn siga, at hetta var ein góð byrjan hjá okkum, segði ungi vágbingurin beint eftir dystin.
Venjarin hjá Keflavík segði eftir dystin, at Símum Samuelsen er ein av lyklaleikarunum á liðnum.
Sjálvur heldur Símun, at hann hevur fingið ein fríari leiklut á miðjuni í vinstru síðu, tí tað gekk væl í hansara síðu í kappingini í fjør.
Hann er tó skeptiskur við at lyfta armarnar ov høgt í loft, tí leikárið í fjør byrjaði sera væl, men endaði illa.
- Vit høvdu eitt kanónlið í byrjanini fjør, tá vit lógu á øðrum plássi eftir níggju umfør, men so vunnu vit ikki ein tann einasta dyst eftir hetta. Vit leiktu tríggjar javnleikir og taptu seks dystir. Í mun til í ár kann man siga, at liðið er ikki tað sama, men styrkin man vera nøkunlunda tann sama, sigur Símun Samuelsen.