Eftir bara hálvt kappingarár í Íslandi tykist Símun Samuelsen longu nú vera ávegis næstu avbjóðingini á leiðini.
Í øllum førum er vágbingurin hesa vikuna í Viborg, har Ove Christensen fegin vil hyggja nærri at unga føroyska landsliðsspælarunum. Hvørt talan verður um sáttmála ella ikki, er tó enn ov tíðliga at siga nakað um.