Tað er ongin ivi um, at HB var betra liðið, tá ið teir leygardagin vóru í Vági og spældu ímóti FC Suðuroy.
Dysturin hevði stóran týdning fyri báðar partar – í hvør sínum enda á stigatalvuni.
Hjá sunnanmonnum ráddi um at skava stig innundir seg fyri at sleppa undan niðurflytingarplássinum
Men við einum sigri kundu havnarmenninir skjóta bæði seg til topps og sunnanmenn til botns.
Og tað var akkurát tað, sum hendi í tí nógva vindinum vesturi á Eiðinum í Vági.
HB hevði undanvind í fyrr hálvleiki og tað merkti dystin týðiliga, hjá báðum liðum.
Havnarmenn fingu ikki glið á spælið í vindinum og vágbingar máttu renna nógv fyri at verja seg.
Men hóast HB ikki fekk gongd á, hjálpti vindurin teimum til at trýsta suðuroyingarnar í botn. Serliga tað fyrsta korterið stóð á hjá FC Suðuroy, tí bara hesa løtuna høvdu havnarmenn eini 7-8 hornaspørk.
Nakar nevniverdur vandi stóðst ikki av kortini og so við og við komu sunnanmenn meiri við í dystin og høvdu nøkur álop, men heldur ikki teir skaptu nakað serligt.
Einaferð høvdu suðuroyingar bóltin í málinum, men veittrað varð fyri rangstøðu og tað mótmæltu vágbingar ikki nakað serligt.
Sum eitt óløgi
Í seinna hálvleiki byrjaðu havnarmenn aftur sum eitt óløgið og løgdu hart trýst á vágbingarnar.
Tað gekk betri hjá havnarmonnunum at fáa fótbóltsspaæl burtur úr í mótvindinum, samstundis sum vágbingarnir ikki dugdu at gagnnýta undanvindin.
Og í 55. Minutti kom hol á. Eftir horna í høgru síðu, kom Rógvi Poulsen at standa rættiliga leysur í brotsteigum, tá ið bólturin kom innfyri. Hann smekkaði til og megnaði at halda bóltinum niðri so at hann brast upp undir nettakið.
Hetta fekk vágbingar at vakna og næstu løtuna høvdu teir fleiri vandamiklar atsóknir á HB málið. Men ein blandingur av óhepni, óneyvum skotum og einum meistarligum málmansavriki forðaði teimum at javna og kanska enntá leggja seg á odda. Tað einu ferðina var bólturin enntá á veg í HB málið, men ein FC Suðuroy spælari, sum ikki lukkaðist at flyta seg undan bóltinum, møtti fyri og bjargaði HB.
HB hevði avgjørt eisini sínar møguleikar og nakrar ferðir mátti málverjin hjá sunnanmonnum vísa stórspæl fyri at halda teimum í dystinum
Men tá ið 80 minuttir varð dysturin punkteraður, tá ið Tór-Ingar Akselsen varð feldur í brotsteiginum og vágbingurin, Símun Samuelsen, skoraði trygt úr 11 metrum.
Og eina løtu seinni slóg sami Tór-Ingar sigurin fastan, tá ið hann skoraði eftir gott og skjótt HB samanspæl fram eftir vøllinum.
Seinastu minuttirnir í dystinum druknaði í einum serstakliga frekum æli, sum fekk allar áskoðararnar uttan teir mest trúføstu til at sleppa sær undir tak.
aki@sosialurin.fo
FC Suðuroy-HB
Dómari: Lars Múller
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma – Dan Djurhuus, Suni úr Hørg (Heini Bech, 81.), Heini Vatnsdal, Teitur Tausen – Martin Tausen, Palli Augustinussen, Kári í Lágabø (John T. Poulsen, 84.), Mamuka - Obi Charles (Henning G. Joensen, 84.) - Jón Krosslá Poulsen
Gult kort: Jón Krosslá Poulsen, Suni úr Hørg, Heini Bech, Heini Vatnsdal
HB: Marcin Dawid - Pætur Jørgensen, Doddi, Hans á Lag, Tór-Ingar Akselsen - Rógvi Poulsen, Fróði Benjaminsen (Kári Nielsen, 90.), Milan Kuljic, Hendrik Rubeksen - Símun Samuelsen (Jógvan Skeel Nolsøe, 90.), Andrew av Fløtum (Levi Hanssen, 76.)