Í Íslandi er landskappingin ikki byrjað enn, men har verður spælt í steypakapping, sum teir kalla Lengjubikarinum. Keflavík, sum hevur Símun Samuelsen á liðnum, spældi um vikuskiftið ímóti Fram, og dysturin endaði við javnleiki. Keflavík hevur spælt seks dystir í hesi kappingini, og teir hava fingið 10 stig burtur úr teimum dystunum. Tað røkkur til eitt fjórða pláss.