Símun og Rúni skulu venja ÍF

Ítróttarfelagið í Fuglafirði boðar í kvøld frá, at Rúni Nolsøe og Símun Eliasen nú hava ábyrgdina av liðnum í Vodafonedeildini. Tað hevur ljóðað í nakrar dagar, og í kvøld er tað vorðið veruleiki. Á heimasíðu síni boðar ÍF frá, at felagið í kvøld hevur skrivað undir sáttmála við Rúna Nolsøe og Símun Eliasen. Sáttmálin sigur, at teir báðir tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum, skulu hava ábyrgdina av besta fótbóltsliðnum hjá ÍF.

- Teir eru ógvuliga spentir upp á uppgávuna, og ÍF nevndin er sera glað fyri samstarvsavtaluna. Vit síggja fram til eitt gott og gevandi samstarv, verður sagt á heimasíðu felagsins.

Hjálparvenjarin, Torkil Hansen, heldur fram í felagnum og verður hjálpari hjá nýggja venjaraparinum.

ÍF nevndin takkar Abrahami Løkin fyri gott samstarv. Abraham boðaði í síðstu viku frá, at orsaka at broyttari støðu á arbeiðsmarknaðinum ynskti at taka seg úr venjarastarvinum í Fuglafirði, har hann hevur verið í tvey ár.