Símun Skaalum er settur sum nýggjur fíggjarstjóri á Føroya Tele, og tekur við starvinum 1. apríl 2016. Tað boðar telefyritøkan frá í dag.
Símun Skaalum er ikki heilt ókendur í fyritøkuni, tí hann hevur starvast á Føroya Tele síðan oktober 2012. Fyrst sum fíggjarfrøðingur, síðani sum marknaðar- og produktstjóri og nú sum fíggjarstjóri.
Símun Skaalum er eisini útbúgvin cand.merc.fir frá CBS í Keypmannahavn.
Nýggja starvssetanin merkir harvið eisini, at Føroya Tele nú má søkja eftir einum nýggjum marknaðar- og produktstjóra.










