Símun millum teir bestu í Íslandi

Íslendska Frettablaðið hevur gjørt upp, hvørji teir bestu spælararnir eru í íslendsku kappingini, nú 9 umfør eru spæld av kappingini.

Millum teir 11 spælararnar, sum Frettablaðið hevur valt út, er føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen.
Símun fór í fjør til Íslands at spæla fyri Keflavík, og serliga í ár hevur tað gingið framúr væl hjá Símuni, sum hevur spælt væl og gjørt fleiri mál fyri Keflavík.
At Frettablaðið peikar á Símun sum ein av bestu spælarunum í íslendsku kappingini, ið verður roknað sum sterkari enn tann føroyska, er eitt ordans herðaklapp til vágbingin. Símun segði herfyri sið Sosialin, at hann eisini hevði hugsað um, at íslendska kappingin kann gerast ein lopfjøl til felag í onkrum øðrum landi.