ÍSLAND
9. umfar í íslendsku landskappingini er á skránni í hesi vikuni. Í kvøld eiga Rógvi Jacobsen og KR heimavøll móti Vali. Í gjárkvøldið hevði Keflavík við framúr væl uppløgdum Símuni Samuelsen í vinstra borði heimavøll móti Breiðablik úr Kópavági.
Breiðablik hevur staðið seg lutfalsliga væl, síðani teir aftur komu í fremstu deildina, meðan tað hevur gingið minni væl enn roknað varð við hjá Keflavík í átta teimum fyrstu umførunum. Hesa ferð var tó eingin ivi. Eftir eitt sindur trilvandi byrjan var Keflavík flúgvandi og vann 5-0.
Símun Samuelsen var allar 90 minuttirnar framúr væl upplagdur í vinstra borði. Seytjan minuttir fyri leiklok staðfesti hann rimmar sigurin. Frammanundan hevði hann verið við í uppspælinum til fleiri av hinum málunum, og hann hevði eisini vandamiklar royndir móti málinum.
At sjálvsálitið er í toppi sæst í, at í fleiri álopum, sum bóru mál við sær, megnaði Símun Samuelsen at sneiða mótstøðumenn av sær og at stevna í brotsteigin, soleiðis at tað uppstóðu yvirtalsstøður, áðrenn føroyski landsliðsmaðurin slepti bóltinum til leysan mótstøðumann.
Leygardagin skal Keflavík spæla á útivølli móti norska Lillestrøm í Intertoto Cup.
Dysturin millum KR og Val verður tann síðsti í 9. umfari. Tá ið hann er avgreiddur, verður íslendska landskappingin hálvrunnin. Tvífalda meistaraliðið FH, sum í gjárkvøldið vann 2-0 á heimavølli móti Grindavík, er oddalið við 23 stigum. Víkingur, sum vann 4-1 á útivølli á Akranesi hevur 14 stig. Grindavík hevur 13 stig saman við Fylki, ið spældi 1-1 á heimavølli móti ÍBV. KR hevur 12 stig undan lokaluppgerðini móti Vali, sum saman við Keflavík og ÍBV hevur 11 stig. Breiðablik hevur 10 stig.
Í gamla felagnum hjá Una Arge, ÍA á Akranesi, er hýrurin ringur. Eftir 4-1 tapið á heimavølli móti Víkingi er ÍA einsamalt í botnum við bara seks stigum.