Íslendska felagið Keflavík, har vágbingurin Símun Samuelsen er ein av spælarunum, spældi mikukvøldið javnt í íslendsku landskappingini. Keflavík var á vitjan hjá Grindavík, og liðini fingu eitt mál í part. Tað var Grindavík, sum byrjaði betur, og teir løgdu seg eisini á odda 1-0. Men so kom Keflavík fyri seg og javnaði. Stutt eftir hetta hevði Símun Samuelsen góða roynd, men skotið fór upp um málið. Símun spældi allan dystin í álopinum hjá Keflavík.









