Símun Luis og Hans Jørgen halda páskafrí

Símun Luis Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus eru báðir skaddir til páskadystirnar móti AB og HB

Herfyri var Símun Luis Jacobsen so óheppin at detta niður úr einum stiga. Hann kom rættiliga illa fyri av hesum, breyt armin og fekk fleiri snuddir. Tískil verður hann ikki tøkur hjá GÍ um páskirnar, og kann hann halda páskafrí frá fótbóltinum. Sama kann Hans Jørgen Djurhuus, sum meiddi sær lærkrikan í dystinum móti EB/Streymi. Í Gøtu vita tey ikki heilt, hvussu umfatandi skaðin er beint nú, men tey rokna ikki við, at Hans Jørgen verður við skírisdag móti AB. – So fáa vit at síggja aftaná, hvussu verður við honum, siga tey, og tað er eisini hesin hugburður, sum valdar uppundir báðar páskadystirnar. GÍ hugsar bara um útidystin móti AB í løtuni, og tá tann dysturin er liðugur, fara tey at hugsa um HB dystin.
Tey taka ein dyst í senn og siga einki um fulla úrtøku í báðum dystunum, hóast tað er ein sannroynd, at tey í Gøtu er vónbrotin um tapið fyri sundalagsmonnum, har teir mistu alt á gólvið í yvirtíðini. Tí skulu teir helst vinna á AB hósdagin. Gera teir tað, so eru teir við aftur, men renna gøtumenn seg í enn ein ósigur har, so hava teir av sonnum fingið eina keðiliga byrjan uppá árið.
Argjamenn vilja eisini gera alt fyri at reisa seg eftir ósigurin fyri suðuroyingum, so tí verður av sonnum talan um eina spennandi og trupla uppgerð á Argjum skírisdag. Uppgávan verður ikki minni spennandi og trupul annan páskadag, tá teir bresta saman við meistararnar úr HB, sum teir høvdu eitt gott tak á í fjør og vunnu tvær ferðir.