Keflavík spældi í gjár seinna dystin ímóti norska felagnum Lillestrøm í Intertoto kappingini. Dysturin var spældur í Íslandi, og hann endaði við 2-2 javnleiki. Lillestrøm vann fyrra dystin heili 4-1, og tí var tað norska felagið, sum fór víðari í kappingini. Símun Samuelsen byrjaði dystin á vinstra miðvølli, og hann spældi til 67. minutt, tá ið hann var skiftur út. Lillestrøm kom á odda 2-0, men Keflavík javnaði við tveimum málum í 66. og 68. minutti.