Símun Konoy heldur seg framat

Føroyski sangarin hevur blandað seg uppí á hitlista við dansitónleiki, sum Kanal 1 í Keypmannahavn sendir

Simon von Konoy.
Soleiðis rópar Símun Konoy seg, tá hann ger og spælir tónleik í Danmark.
Og Símun, sum er búsitandi á Fjóni, er ikki eiðasørur. Hann skrivar enn tónleik, og ein av sangunum hjá honum er komin á ein minni hitlista fyri dansitónleik - ella Dansk Top tónleik, sum tað eisini verður rópt niðri.
Tað er Kanal 1 í Keypmannahavn, sum eina ferð um vikuna sendir eina sending, sum tey rópa DanskTopScenen, og tað er á hesum lista, at sangurin Øl med tårer i hjá Símuni Konoy, heldur seg framat. Sangurin var í farnu viku nummar 11 á listanum.
Listin verður settur saman út frá eini atkvøðugreiðslu, sum lutvíst fer fram á internetinum. Teir sangirnir, sum fólk lata sína atkvøðu, sleppur við á listanum, meðan restin má verða uttanfyri.
Tað eru bara 11 sangir á listanum, og tí náddi Símun Konoy júst inn um í farnu viku.
Eru tað onkrir føroyingar, sum ynskja at atkvøða fyri føroyska sangaranum, so ber til at leita sær inn á heimasíðuna
www.dansktopscenen.dk