Hart arbeiðandi klaksvíkingurin verður komandi kappingarár partur av hópinum hjá B36. B36 skrivar á heimasíðu felagsins, at avtala er gjørd við Símun, sum er farin undir lesna á Føroya Læraraskúla í Havn. 26 ára gamli Símun Joensen er fyrst og fremst eyðkendur við veldgu rennuorku síni, og kann hann røkja pláss bæði á miðvøllinum og sum vinstri bakkur.