Fyrr í kvøld tapti AB 2-0 á heimavølli ímóti Skála. AB hevur verið undir niðurflytingarstrikuni so at siga alt kappingarárið, og eftir tapið ímóti kappingarneytanum í niðurflytingarstríðnum tykist ongin ivi vera um, at á Argjum verður leygardagsfótbóltur í komandi kappingarári. Fýra umfør eru eftir at spæla, 12 stig, og AB skal hála átta stig inn á Skála, ið hevur eina nógv lættari dystarskrá samanborið við ta, sum AB hevur.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum Símun Samuelsen hjá AB segði í samrøðu við Hilmar Jan Hansen eftir dystin ímillum AB og Skála. Stutt og greitt er Símun Samuelsen ógvuliga erligur og bersøgin um, at í ár hevur AB ikki havt neyðuga støðið til Effodeildina.