Símun hevur brotið armin

Tað var steinur oman á byrðu hjá ÍF. Fuglfirðingar hava einki stig fingið í trimum teimum fyrstu umførunum. Móti EB/Streymi hildu teir tørn, inntil bara lítil løta var eftir. So skrædnaði, og EB/Streymur fekk tvey mál.
Tá var verjuálitið hjá ÍF, Símun Eliasen, farin av vøllinum. Hann noyddist út við nógvari pínu í arminum. Seinni hevur tað víst seg, at armurin er brákaður. Hvussu leingi hann verður burtur frá fótbólti, vita teir ikki í Fuglafirði.