Símun hevði ikki væntað at vinna FM-gull

(FM1) "Endurføddi" Símun Samuelsen hjá HB var gestur í fótbóltspanelinum í SportBoxini á FM1 seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av SportBoxini á FM1, ið snýr seg um fótbólt og verður nevnd "Fótbóltspanelið".

 

Verturin, Tróndur Arge hevði biðið "endurfødda" HB-leikaran, Símun Samuelsen vitja studio í Krosslíð í Havn til eitt prát um skjótt farna kappingarár, har bæði HB og Símun sjálvur hava endurfunnið meistarafrymilin. Símun viðgongur, at áðrenn kappingin fór í gongd í ár hevði hann ikki væntað at vinna FM-gull. Hann vónaði, at teir kundu vinna seg í Europa League, men úrslitið bleiv yvir forvæntning.

 

Prátið snúði seg eisini um minniligu steypafinaluna, ið koppaði skeivan veg hjá HB, og pínufullu upplivingina at missa íslendska meistaraheitið í 2008 við Keflavík, tá FH við júst Heimiri Guðjónssyni sum venjara fekk koppið gullið til Hafnarfjarðar við einum stigi meira enn Keflavík.

 

Landsliðsminnir vóru eisini uppi at venda, og Símun Samuelsen metti eisini um umfarið í Betrideildini hetta vikuskiftið:

 

Skála-HB

B36-Suðringar

AB-Víkingur (FM1 sigur frá dystinum)

07 Vestur-KÍ (FM1 sigur frá dystinum)

EB/Streymur-NSÍ