Símun Hansen úr Svínoy gjørdist vinnarin av bátinum, sum Kiwanisfelagið lutaði burtur á Ólavsøku. Fyrr í vikuni fekk so Símun pappírini upp á bátin handað. Men av tí at brim var í Svínoy, so bar ikki til, at fáa bátin út til Svínoyar beinanvegin. Men Símun hevur ætlanir um at fáa bátin út so skjótt, sum tað viðrar.
Heri Simonsen, formaður í Kiwanisfelagnum, sigur, at hetta er tann áttandi báturin, sum felagið lutar burtur. Hann letur sera væl at undirtøkuni fyri hesum tiltakinum millum fólk.
Kiwanisfelagið savnar pening inn til vælgerandi endamál ? fyrst og fremst børnum og minnimentum at frama. Avgerðin er tikin um, hvar peningurin skal fara í ár, men Heri vil ikki avdúka tað, tí móttakarin hevur ikki fingið boðini enn.
Torført at lata
Heri Simonsen sigur, at tað hevur víst seg at vera sera lætt at savna peningin inn, men tað er hinvegin avbera torført at gera av, hvar peningurin skal fara. Hann greiðir frá, at spurningurin um hvussu tey skulu geva, ikki altíð er so lættur at avgreiða.
? Tað er tørvur á hjálp allastaðni í samfelagnum í dag, men aloftast tá tað er talan um børn, so er torført at finna tørvin, tí slík mál eru sum oftast vard av tagnarskyldu, sigur Heri og leggur afturat, at tað tí er av alstórum týdningi, at tey eru sera nógv úti um seg og kunnu finna fólk, ið veruliga eru í neyð av eini ella aðrari orsøk. Tað veri seg vanlukkuraktar familjur ella líknandi.
Kiwanisfelagið letur eitt nú pening til familjur, sum tey hoyra um, ikki eru so væl til beint fyri jól til dømis. Er trupulleikin sjúka ella deyðsfall, so lata tey pengar. Men um trupulleikin er rúsevnismisnýtsla í familjuni, so lata tey eitt gávukort frá einum matvøruhandli, sum ikki kann vekslast út sum reiður peningur.
Hetta gera tey, sum sagt tí at tørvurin hjá børnunum stendur fremst. Og felagið leggur stóran dent á, at peningurin fer beinleiðis til tey røttu, sum hava tørvin - uttan nakað millumlið.
Trý høvuðstiltøk
Kiwanisfelagið hevur trý høvuðstiltøk um árið. Fyrst er tað báturin á Ólavsøku. Síðani selja tey jólatrø til jóla og um páskirnar lata tey súkkluhjálmar til øll børnini, sum ganga í fyrsta flokki.
Tey bæði fyrru tiltøkini eru beinleiðis innsavningartiltøk, men tiltakið við súkkluhjálmunum verður stuðlað. Komandi ár verður fimta árið, at súkkluhjálmarnir verða latnir næmingunum í fyrsta flokki, sum plaga at vera millum 700 og 800 í tali um árið.