Símun fekk javnleik

Keflavík spældi leygardagin dyst í íslendsku Landsbankadeildini. Dysturin var á heimavølli ímóti Váli, og liðini gjørdu eitt mál í part. Válur legði seg fram um eftir 25 minuttir, men góðar 10 minuttir seinni javnaði Keflavík. Símun Samuelsen var aftur á liðnum hjá Keflavík, eftir at hann hevði leikbann seinasta vikuskiftið. Símun spældi allan dystin á høgra miðvølli. Keflavík liggur undan seinasta umfarinum í íslendsku kappingini á fjórða plássi. Leygardagin spælir Keflavík á útivølli ímót Breiðabliki.