Í triðju sonevndu topp-5 uppgerðini brast fyri nev hjá verandi FM-vinnarunum, HB. HB vann í dag góðan 3-1 sigur á Víkingi.
Fyrr í dag setti Jóannes Hansen hesi orð á sigurin hjá HB á in.fo: -
Tað var eingin ivi í Gundadali. HB hevði væl betri tak á fótbóltsspælinum, og HB vann 3-1 í Gundadali ímóti Víkingi, sum síðstu løtuna var undirmannað. Atli Gregersen sá reytt fyri at verja við arminum, tá ið bólturin var á veg í málið. Símun Samuelsen, sum var sera væl upplagdur umsetti brotssparkið til 3-1 HB leiðslu. Fyrsta løtan var eyðkend av sonnum fýrverki. HB legði seg í handavend framum 2-0, tá ið Ari Mohr Olsen og Dan í Soylu skoraðu, og Víkingur minkaði beinanvegin um munin, tá ið Dion B. Splidt skoraði.
Tað var ein fegin HB-veteranur, Símun Samuelsen Tróndur Arge fekk orðið á aftaná dystin. Lættin var stórur í HB-leguni aftaná tveir javnleikir í tveimum teimum fyrstu dystunum.
Sámal Erik "Bagge" Hentze, høvuðsvenjari hjá Víkingi ásannar, at byrjanin av dystinum kostaði, men hann heldur, at Víkingur spældi seg væl innaftur í dystin, og kundi fingið okkurt við sær úr Gundadali.
HER ber til at hoyra samrøðurnar reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen og Bagga.