21 ára gamli vágbingurin Símun Samuelsen er blivin eitt rættiligt hitt í Keflavík, har hann hevur spælt fótbólt síðani miðskeiðis í fjør.
Símun fekk um endan av íslendsku kappingini í 2005, men í ár hevur hann verið við frá byrjan, og tað hevur gingið heilt væl hjá honum. Um vikuskiftið vann Keflavík 3-0 ímóti KR, og Símun Samuelsen var besti spælarin á vøllinum.
- Í fjør kom eg inn á liðið mitt í árinum, men í ár er tað eitt sindur øðrvísi, tí nú havi eg verið við frá byrjan, og tað hevur gingið væl allatíðina, sigur Símun Samuelsen.
- Eg trívist sera væl heryvir, og tað kemst sjálvandi av, at tað hevur gingið væl við fótbóltinum, sigur hann.
Keflavík í toppinum
Tað hevur gingið skjótt framá hjá Símun Samuelsen. Hann hevði ikki meira enn etablerað seg í føroyskum fótbólti, tá ið boð vóru eftir honum til a-landsliðið og íslendskan fótbólt. Og hóast avbjóðingarnar alt í einum gjørdist nógv størri, so hevur Símun ment seg støðugt og hevur rættiliga fingið fótin fastan á bæði landsliðnum og í íslendskum fótbólti.
Keflavík hevur fingið hampuliga góða byrjan upp á íslendsku kappingina og liggur nú næstfremst.
- Vit taptu fyrsta dystin og hava spælt ein javnan, so tað var blivið eitt sindur av trýsti á okkum áðrenn dystin um vikuskiftið ímóti KR. Keflavík hevur keypt seks nýggjar útlendskar spælarar til hetta kappingarárið, og tí verður roknað við, at liðið skal vera við í toppinum, greiðir Símun frá.
- Vit spældu sera væl ímóti KR og vunnu eisini dystin trygt. Tað var gott at fáa ein slíkan sigur nú.
Annan hvítusunnudag skal Keflavík spæla toppdyst ímóti FH, sum hevur vunnið allar sínar fýra dystir higartil.
Símun Samuelsen er blivin stuðulspælari á liðnum hjá Keflavík, og hann er við í nógvum av álopsspælinum hjá liðnum.
- Vit spæla fyri tað mesta 4-3-3, og eg spældi framm í vinstru síðu. Eg havi eisini defensivar skyldur, men mær dámar sera væl at spæla har. Tá vit onkuntíð spæla 4-4-2, so spæli eg frammi., sigur hann.
- Íslendskur fótbóltur er meira krevjandi fysiskt, enn føroyskur fótbóltur er, og her eru allir spælararnir javnt góðir, so støðið er eitt sindur hægri. Summi av feløgunum spæla nógv við longum bóltum fram á vøllin, men vit royna at spæla meira tekniskan fótbólt, tí vit hava nógvar góðar fótbóltsspælarar á liðnum.
Arbeiðir part av degnum
Símun Samuelsen hevur sáttmála við Keflavík fram til endan av kappingarárinum 2007. Hann býr í eini íbúð í Keflavík, og hann arbeiðir vanliga fyrrapartar.
- Vit venja tvær ferðir um dagin, og eg kundi í grundini valt bara at hugsa um fótbóltin, men eg vil heldur arbeiða eitt sindur hvønn dag, so eg ikki komi at sita heima og keða meg, sigur Símun.
Í fyrstu syftu hugsar hann um at klára seg so væl sum gjørligt fyri Keflavík, men hann veit eisini, at íslendskur fótbóltur kann verða ein lopfjøl longur út at spæla.
- Tað er kanska lættari at sleppa uttanlands frá íslendskum fótbólti enn føroyskum fótbólti, so møguleikin er kanska har, um mann klárar seg væl, sigur Símun.