Níggjunda árið á rað skipaði rennifelagið Treystið fyri sonevndu Føroya Bjór renningini á norðoyastevnu. Hendan er eisini partur av Grand-Prix kappingini í renning, har fremstu rennararnir úr landinum kappast um at gerast besti rennarin í landinum.
Og hesa ferð gjørdist talan um ein hampuliga óvæntaðan vinnara, tá Símun Joensen úr Klaksvík kom einsamallur á málið. Símun hevur hesa seinastu tíðina ikki gjørt tað stóra við renning á kappingarstøði, og tí er hann heldur ikki millum teirra, sum skulu kappast á Oyggjaleikunum í summar.
Men hetta legði klaksvíkingurin lítið í. Hann megnaði fyrst at skræða seg leysan av feltinum, og tó at hinir royndu at renna tað mista aftur, so helt hann muninum allan vegin á mál.
Símun kom á mál í tíðini 16 minuttir og 21 sekund. Tað vóru tíggju sekund skjótari enn teir báðir næstu rennararnir, sum vóru Sam Vang og Hallur Holm.
Meira verður annars um renningina á norðoyastevnuna í blaðnum í morgin.










