Símun á beinkinum

Símun Samuelsen var ikki millum teir fyrstu ellivu, tá Keflavík í gjár spældi útidyst móti KR í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Símun meiddi sær fótliðin í landsdystinum móti Serbia, og enn er hann ikki 100% til reiðar at spæla. Keflavík skuldi vinna dystin, um teir skuldu halda fast í oddastríðnum, men talan gjørdist um dyggan 4-1 ósigur, soleiðis at tað ístaðin er KR, sum eltir FH og Stjarnuna, sum eru á fremstu sessunum.