Fuglfirðingar vóru sjálvandi ikki nøgdir við teirra avrik hesa ferð. Fyritreytirnar vóru heldur einki serligar. Bartal Eliasen var leikbannaður, og hin miðverjin, Knút Vesturtún, var skaddur. Jonn Thomsen og Fritleif í Lambanum vóru miðverjar.
Eftir eitt korter noyddist Debes Danielsen at fara skaddur av vøllinum. Tá varð veteranurin Símun Eliasen skiftur inn, og liðið var umskipað: Dánial Pauli Højgaard varð fluttur av vinstra vongverja og fram í høgra borð, Fritleif í Lambanum varð fluttur úr miðverjuni og út á vinstra vongverja, og Símun Eliasen fór í miðverjuna at spæla saman við Jonn Thomsen.
Tá ið ÍF mikukvøldið fer at vitja HB í Gundadali, verður Bartal Eliasen leysur av leikbanninum, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur hildið hann uttanfyri.