Símun er eitt nú kendur fyri at hava verið íðin luttakari í almenna kjakinum í mong ár. Ikki minst tá ið tað hevur snúð seg um sjónarmið viðvíkjandi átrúnaði og vísund.
Símun hevur búð í høvuðsstaðnum í tredivu ár, men hann verður ongantíð annað enn klaksvíkingur. Hann vaks upp á Gerðareiði og er yngstur av teimum seks børnunum hjá Brynhild og Stefan Absalonsen. Tey vóru bæði av Viðareiði. Stefan doyði í 1999. Brynhild er 90 ára gomul. Hon er fyrikomandi og gløgg og sera áhugaverd at koma á tal við.
Í grannalagnum á Gerðareiði, ið varð bygt undan, undir og eftir 2. heimsbardaga, var so gott og frítt at vaksa upp, sum tað ber til at ímynda sær. Tað var stutt niðan í bøin og traðirnar, sum tað nú sæst lítið til, og niðan á hamaran, í Gravardal og á Kjølin. Borðoyarvík og Grøvin vóru ikki langt burturi, og teinurin á tennisplenina, sum var, har fimleikarahallirnar nú eru, í skúlagarðin, á bókasavnið, sum var í Sparikassanum, og á stóru plenina var bara eitt stórt hanagleiv.
Fótbóltur, horn, krokk og so mangt annað fylti nógv í útispælinum. Illveðursdagar var gott at vera undir taki hjá uppofrandi mammunum. Nógvir dreingir í grannalagnum dugdu at telva. Mannagongdin varð lærd inni hjá Símuni og teimum, og teir flestu royndu seg í talvfelagnum, sum við Michael Matras, lærara, á odda, helt til í skúlanum og seinni á loftinum í Føroya Banka. Símun taldist í fleiri ár millum stinnastu telvararnar í landinum.
Minnið hevur Símun sum fáur ella rættari eingin. Er neyðugt at fáa onkran ivaspurning upp á pláss, so er Símun besti fasittlistin.
Í 1976 leyk fyrsti HF flokkurin prógv í Klaksvík. Símun taldist millum pisurnar. Hann tók síðani bankaútbúgving í Føroya Banka í Havnini. Í 1980 fór Símun í starv hjá Grannskoðaravirkinum hjá Jógvani Sundstein. Har var hann inntil í 1987. Í 1983 gjørdist hann skrásettur grannskoðari.
Frá 1987 og til 1989 búðu Símun og familjan í Nuuk. Símun var í roknskaparstarvi hjá Royal Greenland. Síðani 1989 hevur Símun havt egna grannskoðarafyritøku samstundis, sum hann hevur verið undir útbúgving. Í 1992 leyk hann HD prógv. Hann var millum fyrstu næmingarnar, sum luku prógv, eftir at Føroya Handilsskúli var farin í samstarv við Handilsháskúlan í Århus um HD útbúgvingina.
Í 1998 leyk Símun revisor kandidat útbúgvingina (cand.merc.aut) á Handilsháskúlanum í Århus, og síðani var hann undir útbúgving í Bergen, meðan hann røkt fyritøkuna AB-Grannskoðan. Símun varð liðugur við útbúgvingina í 2005, og seinni varð hann av vinnumálaráðnum góðkendur at vera løggildugur grannskoðari.
Símun er giftur Randi fødd Gunnarsson og ættað úr Havn. Tey eiga trý børn – Brynhild, Mirjam og Trygvi. Tey búgva í hugnaligum heimi á Norðasta Horni, har Símun eisini hevur havt skrivstovu.
Stutt undan síðsta ársskifti fór Símun í grannskoðarafelag at samstarva saman við skyldmanninum Victori Nielsen í Klaksvík. Teir halda til í hølum úti í Klaksvík. Hetta er fyrsta ferðin, at løggildugur grannskoðari heldur til í Klaksvík. Millum stóru kundarnar hjá Símuni telist Norðoya Sparkikassi, sum hann hevur grannskoðað síðani 1994. Fyrst saman við Martini Gaard og síðsta árið saman við donskum felag.
Símun hevur stórt innlit í skriftirnar. Hann hevur góð evni at tala Guds orð, hann luttekur dúgliga í orðaskiftum, og hann hevur havt áhugaverdar sendingar í útvarpi. Eitt nú helt hann sera áhugaverda fyrilestrarøð í Útvarpi Føroya í sambandi við 100 ára føðingardag Victor Danielsens, og saman við Jógvani Zachariassen hevur hann í Lindini havt áhugaverdar sendingar um allar bøkurnar í Bíbliuni – Ein forvitnislig ferð gjøgnum Bíbliuna.
Bæði í dagliga yrkinum og í sambandi við andaligu tænastuna er Símun, sum ger ógvuliga lítlan háva burtur úr sær sjálvum, komin í sambandi við og kennir eina rúgvu av fólki kring landið.
Millum nevndirnar og ráðini, sum Símun er limur í, er dommerudnævnelsesrådet, og saman við Terja Sigurðsson er hann semingsmaður. Nógvu tey seinastu árini hevur hann verið eftirlitsmaður í sambandi við V4 spælið hjá Útvarpinum, og á 50 ára føðingardegnum gjørdist hann formaður í nevndini fyri Kringvarp Føroya.
Tað liggur væl fyri hjá Símuni at seta saman og yrkja. Hann hevur umsett og yrkt sangir og sálmar, og sangirnir til serstøk høvi hava verið nógvir. Tað var meðan hann var í Nuuk, at Klaksvíkar kommuna í sambandi við 80 ára haldið í 1988 skrivaði út kapping um nýggjar Klaksvíkssangir. Símun yrkti og vann fyrstu virðisløn fyri lýsing av heimstaðnum, sum ikki minst hjá teimum, ið eru fødd og uppvaksin har norðuri í fimmti og seksti árunum, kennist beinrakin og viðkomandi.
Hjartaliga tillukku og takk fyri gott vinarlag. Jóannes