Sámuligt

Àhoyrararnir í Norðurlandahúsinum vóru ikki eina løtu í iva um, at Mari Boine í allar mátar skaraði framúr mánakvøldið

FRÁSØGN
 
Mari Boine er ein sermerkt songkvinna.
Ikki ger tað stóra burturúr at flyta seg runt á pallinum, men sambandi við áhoyrarnar tóktist als ikki at bila, tá hon framførdi í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið.
Eitt sindur seinkað trein hon á pallin saman við fimm tónleikarunum. Og tey gjørdu ikki nakað hóvasták burturúr. Mari Boine sermerkta og væl eisini frálíka songkvinnan saman við fimm monnum í gerandisklæðum. Øll virkaðu tey sum um, at hetta við at frammanfyri hampuliga stórari fjøld í Norðurlandahúsinum var nakað, tey gjørdu hvønn dag.
Og tað var eisini ein ávísur friður yvir framførsluni. So skjótt tey eru komin á pallin byrja fyrsta lagið ? sermerkt og ógvuliga spennandi, og fjøldin er beinanvegin við. Sámiska høvuðsnavnið á ársins Listastevnu syngur á sámiskan ópolerað og líkatil ? og ógvuliga væl. Tað er sámiskur sangur blandaður saman við nútímans tónleik. Frá tvørfloytu til elektronisk loops.
Framførslan er innilig og óhugnalig væl vand. Burtursæð frá fáum broytingum í ljóðmyndini koyrir framførslan sum ein væl smurd maskina.
Men tað er kortini ikki fult hús. Ikki tí. Hetta er væl tað besta høvuðsnavnið higartil í trý ára longu søgu Listastevnunnar. Men eitt fult hús høvdu valla ikki nógv roknað, og tað ger lítið fyri tey, sum eru har, men fleiri kundi óivað fingið gleði av teimum sløkum tveimum tímunum við nøkrum av tí mest modernaða upprunatónleiki, sum væl hevur vitjað á klettunum.
Tankin um at nýta 225 kr. fyri at hoyra sámiskan tónleik og missa allar tær góðu løturnar frammanfyri sjónvarpinum eitt mánakvøld, hevur mestur fingið tey flestu at setast aftur. Synd fyri tey er dómurin frá teimum mongu áhoyrarunum, sum kortini ikki fyltu alt húsið ? fyltust øll innan av hesari serstøku upplivingini.
Tað gongur fyri sovítt slag í slag, framførslan. Hvørt lagið er ótrúliga væl lagt til rættis. Sjálv stendur Mari Boine mest still á pallinum. Fyrsta tíman flytir hon seg bert nøkur fá fet. Skiftir búnað nakrar ferðir. Sigur lítið, men fangar, stillisliga. Tað kann valla sigast á annan hátt enn við hesari royndini at skriva poetiskt í støvum. Tí hon er bæði poetisk og virkar sum í einum transi á pallinum.
Sangirnar eru allir ógvuliga livandi, hóast eg ikki skilji eitt orð av, hvat hon sigur. Haldi kortini, at eg skilji, at tað er gott. Tað hildu í øllum førum hini.
Nøkur sámisk dansifet gravar Mari Boine eisini fram á pallinum. Hinir tónleikararnir í gerandisklæðunum standa mestsum stillir meðan teir spæla. Dansifetini eru kortini bert ein lítil løtu av framførsluni. Tað mesta fer við at syngja sámisk løg og práta stillisliga við áhoyrarnar.
?Eg haldi, at hesin sangurin kann vera um...?, sigur Mari Boine, sum í fleiri førum leggur fleiri týdningar í sínar sangir ? alt eftir hvussu lyndi virkar.
Vinnarin av tónleikavirðislønini hjá Norðurlandaráðnum fekk eftir fleiri eykaløg blómur fyri Sunleifi Rasmussen, og fjøldin heilsar við at fara føtur og lógvabrestum. Tey komu ikki innaftur, tá føroyska fjøldin ynskir at klappa tey innaftur á pallin ? men samager.
Og hesaferð var tað so eitt høvuðsnavn, sum fangaði og gav nakað til fólkið. Og nógv vildu fegin staðið enn, og fingið nógv meiri Boine.