Tað eru 3 ár síðani, at Snák byrjaði, men Heidi, sum eigur og rekur handilin, hevði tá í mong ár arbeitt ínnan hetta øki, og dreymurin var at byrja sjálvstøðugt virki.
Snák
Soleiðis sá snák dagsins ljós, og í apríl verða tað 3 ár síðani, at dreymurin gekk út.
Hon sigur, at Snák selur barnaklæðir heilt frá babyklæðum, og so uppeftir, og tað vil siga til á leið 16 ára aldur.
Talan er um klæðir til gentur og drongir.
Til barnafamiljurnar
- Vit royna at raka barnafamiljurnar við at hava sømuligar prísir. Og eisini er úrvalið fjøllbroytt, og fyri at økja eitt sindur um, so hava vit eisini skógvar, sigur Heidi.
Eisni hevur Snák eitt merki, ið serliga leggur seg eftir at hava klæðir til børn, ið eru heldur kraftig, so at longdin er vanlig, meðan talan er um eyka vídd.
Spennandi og nýtt
Afturat eigaranum er ein í føstum starvi, men tørvur er eisini á at hava gentur til hjálpar eftir skúlatíð.
Um tað at húsast í Miðlon sigur eigarin, at tað er spennandi og nýtt, og at tað er serligt at húsast í so nýggjari og spennandi handilsmiðstøð.