Tá Símun Samuelsen kom heim mánadagin, eftir dystin móti Ísrael, fekk hann megnar móttøku.
Símun stóð fyri einasta føroyska málinum í dystinum, eitt sera flott mál. Og tá hann kom í túnið heima í Vági, var skreytblað við mynd og heilsum hongt uttanfyri hurðina og eisini føroysk fløgg. Tað var ikki bara tað, at systirin júst var fermd, ið hevði skuld í fløggum og skreyti. Tá Símun kom, flaggaðu øll børnini har leið við fløggum fyri at heiðra føroyska málskjúttanum.