Sambært yvirliti á Faroesoccer fekk sandoyingurin átta gul og trý reyð kort. Yvirlitið verður gjørt upp í sektarstigum, har gult kort gevur eitt stig og reytt kort trý stig. Símin Hansen fekk tilsamans 17 stig, seks stig fleiri enn Ndende hjá B68, ið var næstur á listanum, og sjey stig fleiri enn Jón Krosslá Poulsen, ið var nummar trý.
Tríggjar ferðir sá Símin Hansen reytt í ár. Tað er einaferð meira enn Dmitrije Jankovic í B36, Kasper Schultz í FC Suðuroy og Ndende í B68. Hinvegin vóru tað eisini tríggir aðrir leikarar, sum sóu ostaskorpuna átta ferðir. Jens Joensen í NSÍ, Evrard Ble í AB og Pætur Dam Jacobsen í EB/Streymi vóru í so mátar líka raskir sum Símin Hansen.