Í farnu viku kundi B71 staðfesta, at tað hevur eydnast felagnum at styrkja um hópin hjá besta liðnum. Símin Hansen hevur í hálvt annað ár leikt við AB, og í fýra dystum móti barndómsfelagnum eydnaðist honum at skora fýra mál móti B71. So tað er einki at ivast í, at sandoyingar fegnast um, at leikarin nú aftur í teirra parti.