Ósømiligur frekleiki

Finnur Helmsdal
???????????????
Varð boðin til fundar á Parnassinum mánamorgunin. Tað var Innlendismálaráðið, sum bjóðaði tingmonnum og øðrum at hoyra ein varastjóra í Udlændingestyrelsen greiða frá løgfrøðini og øðrum útlendingum viðvíkjandi.
Skal ikki nágreina tað, varastjórin segði, men bert vísa mína støðugt vaksandi ónøgd við leiklut hennara á fundinum. Lat meg siga tað soleiðis, at eg havi ongan tíð hoyrt ein einasta embætismann í almennum fyrilestri politiserað evnið, sum hesin varastjóriun gjørdi. Veit ikki, um tað var medvitað, men kvinnan vísti beinleiðis vanvirðing fyri fundarfólkinum og øllum arbeiði, sum verður gjørt við atliti at útlendingamálum, sum kunnu tengjast at Føroyum. Nei, hon kundi eins væl verið framsøgufólk hjá Vinstra í úlendingamálum.
Nú tók umboð fyri fútan orðið viðhvørt. Haldi hon var sera greið og skilagóð. Men tá hon nýtti høvi sum løgfrøðingur at fortelja okkum politikarum, at vit skulu duga at skyna í millum av og á, tá kundi hon samstundis havt sent fyrilestrahaldaranum somu heilsan. Sjálvandi skulu vit politikarar duga at skyna í millum løgfrøði og kenslur, men ein toppløgfrøðingur, sum starvast við so týdningarmiklum viðurskiftum sum útlendingamálum, skal sanniliga eisini duga at skyna ímillum.