Mær dámar serstakliga væl mat, og so eri eg eisini so heppin, at Martha er ein framúr kokkur. Men so leingi eg spæli fótbólt, má eg bíða við at folda meg ordiliga út við døgurðaborðið. Tað ræður jú eisini um at eta rætt, tá tú venur nógv. Ikki bara dagin fyri dyst, men sum ein máta at liva uppá.