Sámal skal reka Mentanarhúsið

18. mai tekur Sámal Torstein Olsen við starvinum sum leiðari í Mentanarhúsinum í Fuglafirði Almenn móttøka verður í samband við setan av nýggjum leiðara í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur seinasta árið strembað eftir at skapa karmar fyri einum fjølbroyttum úrvali av mentanarligum tiltøkum, bæði vinnuligum, almennum og privatum. Tí varð søkt eftir dagligum leiðari til húsið, og er Sámal Torstein Olsen settur í starv sum leiðari í Mentanarhúsinum. Torstein er ættaður úr Vestmanna, er 30 ára gamal og hevur seinastu trý árini starvast í Norðurlandahúsinum sum

húsavørður og teknikkari. Hann tekur við starvinum 18. mai.

Leygardagin 23. mai klokkan 14.00 verður

høvi at heilsa uppá nýggja leiðaran og limirnar í nevndini.