KAPPRÓ?UR
Stóri spurningurin er, hvat skal gerast fyri at áhugin fyri kappróðrinum skal verða varðveittur. Sum støðan er í løtuni, so er vandi fyri, at kappróðurin fer at missa undirtøku, hóast áhugin fyri at rógva er stórur.
Sámal Hansen er kendur í róðrarhøpi. Hann hevur róð við bátunum hjá Róðrarfelagnum NSÍ í mong ár, og nú hevur hann í nógvu tey seinastu árini verið stýrimaður umborð á Eysturoyingi, sum síðani 1998 hevur verið mest vinnandi 10-mannafarið.
Sámal er best kendur sum bátasmiður. Hann hevur smíðað nógv teir flestu bátarnar tey seinastu árini, og hann hevur seinastu árini havt og hevur bátasmíð sum fulltíðararbeiði.
Tá ið Sámal verður spurdur, hvat hann heldur skal gerast fyri at sleppa burturúr trupulleikanum við longu róðrartíðini, so svarar hann soleiðis:
- Øll árini, eg havi verið við í kappingini millum 10-mannafør, hevur mær dámt væl, at tað hevur verið møguleiki at kappast á 2000 metrum. Og um vit hyggja at úrslitunum hjá okkum umborð á Eysturoyingi, so hava vit staðið okkum betri á longra teininum, enn vit hava, tá ið tað hevur verið kappast á 1000 metrum. Í 1998 og í 1999 vunnu vit allar róðrarnar. Tá ið vit vóru meistarar í 2002 og í 2003, vunnu vit ongan róður á 1000 metrum.
Tað tykist sum um, at Sámal í sínum orðavali hevur hug til at verja fyri, at sjónarmiðið, sum hann hevur, skal verða tulkað til hansara egna fyrimun, og so spælir hann út:
- Hóast tað kanska hevði víst seg, at tað ikki hevði verið til okkara fyrimun, so eri eg nú meiri sinnaður fyri sjónarmiðnum, at allar kappingarnar skulu vera á 1000 metrum, enn eg áður havi verið tað. Vit hava royndirnar higartil í ár, og um tað verður hildið fram á sama hátt, so kvígi eg av álvara fyri gongdini.
Men er hetta einasta loysnin?
- Alt hitt, sum tað hevur verið og verður tosað um, kann vera við til at bøta um. Hugskotið, at sama manningin skal taka sær av kappróðrinum kring alt landið, hevur fleiri ferðir verið frammi. Tað er gott, og eg haldi avgjørt, at tað átti at verið framt. RSF og feløgini mugu rokna við, at tey skulu gjalda fyri hetta, men tað høvdu verið væl givnir pengar, sigur Sámal, og so heldur hann fram:
- Tað eru nógvir lutir í hesum, og hóast tað verður sagt, at feløgini hava givið til kennar, at tey ikki eru hugað at stytta teinin, so haldi eg ikki, at talan hevur verið um rættuligt orðaskifti um hetta. Mínar royndir siga, at spurningurin um startin altíð fer at lúra. Eitt nú hjá okkum hevur tað onkra ferðina borið til at fingið allar róðrarnar frá hondini upp á einar tveir tímar. Gamaní eru barnaróðrar komnir afturat nú, men at skifta frá einum starti og til at spenna ein annan upp er ofta so tíðarkrevjandi, at tað væl ber til at avgreiða fleiri barnaróðrar inn ímillum, og eg kvígi fyri, at hetta verður ikki so nógv øðrvísi, hóast báðir startirnir hjá RSF verða nýttir, heldur Sámal Hansen.
Kappingin
Um róðrarteinurin verður styttur úr 1500 og 2000 metrum og niður í 1000 metrar, so fer tað at ganga út yvir tríggjar kappingar. Dreingirnir og genturnar og kvinnurnar við 5-mannaførum og kvinnurnar við 6-mannaførum kappast á 1000 metrum. 8-mannaførini kappast á 1500 metrum, og 10-mannaførini kappast á 2000 metrum. Tó verður í Klaksvík ikki kappast á 2000 metrum.
Á Ólavsøku verður kappast á 900 metrum, og Vestanstevnan í ár verður í Miðvági, har tað ikki ber til at kappast á øðrum teini enn tí kilometrinum, sum er innanfyri stóra grótkastið á norðaral landinum.
- Tá ið tað verður kappast á víðum havi, spælir so nógv inn, sum kann økja róðrartíðini. Á Trongisvágsfirði og eisini aðra staðni - eitt ná Fuglafirði, har kappingin verður leygardagin - eru umstøðurnar á 2000 metra málinum heilt øðrvísi, enn tær eru á 1000 metra málinum. Her hugsi eg um streym og rák og eisini um alduna, tá ið ættin ikki er til vildar. Hetta eru viðurskifti og veruleikar, sum gera, at eg nú eri meiri sinnaður at royna 1000 metra málið í øllum kappingum. Vit fara heilt víst at síggja fyrimunin av stutta málinum seinni í summar, tá ið kappingarnar í Miðvági og í Havnini fara at verða avgreiddar eftir tveimum tímum, hóast tað eisini fara at vera barnaróðrar og oldboys og oldgirls róðrar.
Men fer hetta ikki at ganga út yvir serligu kappingina, sum er, tá ið tað verður kappast á 1500 og 2000 metrum?
- Tað eru fasettir í kappingini á longru teinunum, sum ikki eru á stutta teininum. Men royndirnar siga, at spenningurin - og hann telur nógv, tá ið talan er um kapping - er størri á stutta teininum. Eg ynski ikki, at tað skal takast sum reyp og nakað hástórt. Men veruleikin er, at tá ið 10-mannaførini leygardagin høvdu róð 700 metrar, var Eysturoyingur leysur av hinum, og tá gjørdist tað bara spurningur um, hvussu sannførandi sigurin skuldi verða. Intensiteturin og spenningurin vóru burtur, áðrenn vit nærkaðust málinum og áskoðarunum. Soleiðis hevði tað neyvan verið, um vit høvdu róð stutta teinin, heldur Sámal Hansen, sum vísir á, at í ásetingunum, sum tær eru, verður róður á stutta teininum mettur høgt í ásetingunum:
- Um tað í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini stendur á jøvnum í stigum eftir ólavsøkuróðurin, so eru tað ikki seks tær fyrstu kappingarnar, har tað í flestu førunum eisini verður róð á longu teinunum, sum gera av, hvør vinnur FM, men harafturímóti einasta kappingin, sum gongur fyri seg á 900 metrum!
- Eg haldi, at tað var spell, at umbønin hjá klaksvíkingum, at royna á Norðoyastevnu bara at kappast á 1000 metrum, ikki varð gingin á møti. Tað var spell, tí umbønin ikki varð viðgjørd, tá ið hon átti at havt verið viðgjørd, og hóast klaksvíkingar nú hava sagt, at teir ikki ætla at gera meiri við hetta, so hevði tað verið áhugaverd roynd, um teir kortini høvdu gjørt tað, og um RSF í so mikið góðari tíð, at tað ikki hevði ávirkað fyrireikingarnar til róðrarárið, høvdu givið teimum loyvi til tað, sigur Sámal Hansen.