Tað verður Sámal Ímundarson, sum fer at seta Ólavsøkuna í ár. Sámal er formaður í B36, har hann í síni tíð taldist millum stuðulsspælararnar. Tvey tey seinastu árini hevur hann verið formaður í barndómsfelagnum.
Sámal er 44 ára gamalur og útbúgvin byggifrøðingur. Hann arbeiðir hjá MAP-arkitektum.
Ólavsøkan verður sett ólavsøkuaftan, sum er hósdagin í næstu viku, klokkan 14. Skrúðgonga við hornblásarum, ítróttarfólki og býráðslimum fer úr Kommunuskúlagarðinum og oman á Tinghúsvøllin, har B36 formaðurin setur Ólavsøkuna.