Sámal Petur í Grund úr Søldarfirði er nú landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
Hetta hendi, tá løgmaður fyri løtu síðani boðaði tinginum frá, at hann hevði tilnevnt Sámal Petur í Grund til landsstýrismann, samstundis sum hann hevði gingið umsóknini frá Helenu Dam á Neystabø, um at verða loyst úr starvinum, á møti.
Sámal Petur í Grund, sum er 42 ára gamal, hevur áður verið landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann misti tó sessin, tá Edmund Joensen, táverandi løgmaður, ikki metti hann røkja embætið nóg væl.
Sámal Petur í Grund tekur mánadagin við starvinum sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.










